Текстов песен в базе: 1 278 222
Ritukvæðið

Ritukvæðið

Harkaliðið

Текст песни

Syrgilig er henda søga
Gloymið hana aldri meir
Um tvey skip um fjørðin grøva
Sjúk av ást, sum tú og fleiri'
Ritan tekkilig og deilig
Dandandi á báru reið
Rund og lendabreið og hyldlig
Vitjar Skopun — havnarkei
Ternan gloymdi sína rutu
Hvørja ferð, ið Ritan sást
Syngjandi um bógvin burtu
Aldur, sungu bert um ást
Uttan fyri Havnarmola
Hittust tey so mangan dag
Har var gaman í at trola
Eingin hevði nakað sæð
Men ein dag, tey aftur vendu
Ternan misti vald á sær:
Nevið inn í Ritu rendi
Deyðiligur kossur var
Mikil gangur, róp og skolan
Tá ið Ritan sundur støkk
Deyðasærd vann inn til molan
Har hon sum ein steinur søkk
Ritan nú er í álakeri
Fúnar, neyðars hjartað brast
:/: Hetta tær tann læra veri:
Kyss tú ongantíð og fast:/:
Поделиться ссылкой:
Короткая ссылка: https://tekstpesni.ru/s/2Bxo

Тексты других песен исполнителя

© 2017–2025 Тексты песен
Все тексты песен на сайте размещены пользователями, редакцией или собраны из открытых источников.
При копировании материалов ссылка на сайт обязательна.
Связаться
Уважаемые обладатели прав на музыку! На сайте не выкладывается музыка, ее нельзя скачать, послушать и тому подобное.