Aldan
Harkaliðið
Текст песни
Altíð ræddist eg taran í sjónum
Rekandi vøkstur um klettar og brot
Síðani, saman við ótta og vónum
Hevur tú rikið mítt hjarta á flot
Tak í meg, tak um mín iva
Nem við meg, nert ikki við
Sissa meg, tá eg vil liva
Øs meg, tá eg biði um frið
Nú ert tú aldan, og eg eri tarin
Dregur meg at tær og rekur meg frá
Eigi teg, eigi teg, tá tú ert farin
Veit at eg missi teg, tá tú ert hjá
Tak í meg, tak um mín iva
Nem við meg, nert ikki við
Sissa meg, tá eg vil liva
Øs meg, tá eg biði um frið
Alt tað, sum likkar og alt, sum vil styggja
Fløðandi, fjarandi ert tú í mær
Lyftur meg upp nú og letur meg liggja
Myrkrið, sum bjargar og ljósið sum slær
Tak í meg, tak um mín iva
Nem við meg, nrt ikki við
Sissa meg, tá eg vil liva
Øs meg, tá g biði um frið
Ræddist eg sjógvin við myrkri og megi
Visti meg stíga á ótryggan veg
Líknandi leið, men við rekandi gleði
Gangi eg nú: Nú ræðist eg teg
Tak í meg, tak um mín iva
Nem við meg, nert ikki við
Sissa meg, tá eg vil liva
Øs meg, tá eg biði um frið
Тексты других песен исполнителя
© 2017–2025
Тексты
песен
Все тексты песен на сайте размещены пользователями, редакцией или собраны из открытых источников.
При копировании материалов ссылка на сайт обязательна.
Уважаемые обладатели прав на музыку! На сайте не выкладывается музыка, ее нельзя скачать, послушать
и тому подобное.