Текстов песен в базе: 1 278 222
Á mønu hjalsins

Á mønu hjalsins

Harkaliðið

Текст песни

Á mønu hjalsins stari
Í morgun kaldur sat
Í heglingsæli hvøs — sum;
Mør tókti, at hann græt
Og kavarokið versnar
Alt út ímóti nón
Og neyðar starin visti
Sær ogna lívsins vón
Men tá tað móti kvøldi
Brádliga lýsti í
Og sólin fór at síggja
So blonk og mild og blíð
Tá fleyg í loft upp starin
Og sang eitt fagurt ljóð
Tá birtist vónin aftur
Í barmi, ljós og góð
Tann vón um vár og summar
Og eydnuríka tíð
Um reiður, maka, ungar
Um lív og leik í líð
Tí starin er so voðin
At vónin er hans alt;
Ta stund, hon hvørvur burtur
Erlívið stirt og kalt
Поделиться ссылкой:
Короткая ссылка: https://tekstpesni.ru/s/2Bxk

Тексты других песен исполнителя

© 2017–2025 Тексты песен
Все тексты песен на сайте размещены пользователями, редакцией или собраны из открытых источников.
При копировании материалов ссылка на сайт обязательна.
Связаться
Уважаемые обладатели прав на музыку! На сайте не выкладывается музыка, ее нельзя скачать, послушать и тому подобное.